Miss Faroe Islands
Vit fara at finna vakrastu kvinnu í Føroyum. Hetta verður fyrsta kappingin av sínum slag í Føroyum – ein all in beauty contest - vakrar damur í flottum undirklæðum, galla kjólum og øllum, ið har tilhoyrir.

Vinnarin sleppur víðari til ikki minni enn heimsmeistar kappingina Miss Universe næsta ár. Hervið kemur hon at umboða Føroyar í eini altjóða kapping.

Turið Elinborgardóttir verður ráðgevi og fyriskipari, saman við Burn Showdown. Turið hevur góðar royndir innan hesa grein og hevur sjálv kappast uttanlands. Hon bleiv nr. 2 í Miss Universe Danmark og vann sær atgongd til størri kappingar úti í heimi.

Nær og hvar?

Kappingin verður hildin í samband við BURN Showdown 2017 í Tórshavn 17. og 18. november 2017.
- meira kunning um BURN Showdown her.

Vinningar
Vinnarin sleppur víðari til heimsmeistara kappingina Miss Universe í 2018.

Reglar: Miss Universe
Dómari: Útlendskir dómarir.

Melda til her:
Trýst á knøttin, útfyll teigarnar, vel Miss Faroe Islands (Føroya vakrasta kvinna) og send inn.
Melda til kappingina her
Miss Faroe Islands í Kringvarpinum
Turið Elinborgardóttir hevur tosa við Kringvarpið um tiltakið.
Hoyr um hennara upplivingar og hvørjar ætlanirnar eru við Miss Faroe Islands.
Hoyr samrøðuna her
Nú skal Miss Føroyar finnast
Sent: 8. september 2017
Hoyr samrøðuna her
Miss Føroyar kann styrkja um sjálvsálitið
Sent: 24. juli 2017
Mynd: Moshe Zusman